Nú lækkar eisini Norðoya Sparikassi rentuna – bæði á útlánum og innlánum.
Tað boðar Sparikassin frá í dag.
Lægsta sethúsarentan lækkar 0,36 prosentstig, niður í 3,29 prosent, samstundis sum ávísar innlánsrentur lækka upp til 1,5 prosentstig.
Rentan á billánum lækkar eisini, og lægsta rentan verður nú 3,95 prosent.
Norðoya Sparikassi sigur, at lækkingin stendst av broytingum á føroyska og danska fíggjarmarknaðinum, og tær koma í gildi hósdagin 30. apríl.










