Norðmenn ferðast um páskirnar

Normenn nýta høvi at ferðast um páskahalguna, sambært vg.no.

 

Við páskum fylgja frídagar í flestu norðurlondum, og norska dagblaðið »vg.no« setti sær fyri at kanna eftir hvussu frítíðin hjá normonnum verður nýtt.

 

Sambært kanningini fara nógv teirra at ferðast um páskirnar - ikki færri enn fýra av seks normennum. Tað heilt serstaka er, at av hesum ferðast bróðurparturin í egnum landi, og sambært kanningini er talið átta av tíggju.