Tey flestu nótaskipini liggja, tey bíða til sildin er feitari, tí tá fæst meira fyri hana. Norðborg byrjaði túr týsdagin, teir leitaðu fyrst á Sandoyarbankanum og hava leitað aðrastaðni við í føroyskum sjógvi, men tað hevur ikki verið nakað at sæð.
Teir eru nú farnir í íslendskan sjógv at leita, tað frættist at íslendingar hava fingið sild í íslendskum sjógvi. Tað er gott veður á leiðini har íslendingar royna, eitt lot av landnorðingi.
Norðborg heilfrystir sildina, sum teir fáa.