Tíggju ár eftir hennara gjøgnumbrot er Norah Jones til reiðar við sínari fimtu fløgu Little Broken Hearts, sum er gjørd í tøttum samstarvi við framleiðaran Danger Mouse.
Tað eru tíggju ár síðani, at Norah Jones fekk sítt gjøgnumbrot við fløguni Come Away With Me, sum gjørdi, at hon vann átta Grammy virðislønir, og seldi yvir 25 milliónir eintøk.
Nú er 33 ára gamla songkvinnan til reiðar við enn einari fløgu, sum er gjørd í samstarvi við Brian Danger Mouse Burton. Tey bæði hava kent hvønn annan síðani 2008, tá ið Burton bjóðaði henni við til Rome verkætlanina, har hon sang
saman við Jack White. Eftir hesa verkætlan spurdi Norah Jones, um Burton vildi halda fram við samstarvinum. Og soleiðis byrjaði nýggja fløgan, sum kom á marknaðin 30. apríl. Tey bæði hava arbeitt við fløguni síðani í 2009.