NORA gevur út bók

?Nordatlantens ansigter? er heitið á nýggjari bók frá NORA, har fýra journalistar skriva sína persónligu frásøgn frá teimum fýra limalondunum í Norrøna Atlantssamstarvinum

Teir fýra journalistarnir hava allir verið gestir í landinum, sum teir hava vitjað.

Sum ferðandi frá einum av hinum londunum í NORA-økinum, hava teir ikki bara eygleitt tað, sum er fremmant og annarleiðis, tað eksotiska. Tey hava eisini hugt eftir og lagt merki til tað, sum er felags fyri londini, tað sum ger at Grønland, Ísland, Føroyar og Strandarnoregi eru ein felags región.

Úr Føroyum er útvarpsmaðurin Høgni Djurhuus farin á ferð til Noregs, haðan hann á sín egna sermerkta hátt hevur skrivað um lívið í Norðurnoregi. Íslendska Bjørg Eva Erlendsdóttir hevur verið í Føroyum, norski Magne Kveseth í Grønlandi og grønlendska Mariia Simonsen hevur verið í Íslandi.

Uppgávan hjá NORA er millum annað at styrkja samstarvið millum Grønland, Ísland, Føroyar og Strandarnoregi um felags avbjóðingar.

?Nordatlantens ansigter? er 150 blaðsíður og fæst í bókasølunum