Í HM bólki D sá svart út hjá Danmark. Í hálvleikinum var støðan 22-16 til Serbia, og Serbia førdi eitt skiftið 30-23. Men danir tóku sær um reiggj, og javnaðu til 30-30. 2 sekund undan leikloki skoraði Lasse Boesen sigursmálið til 37-36, og frøin var óendaliga stór í donsku leguni.
Í HM bólki D vann Noreg 39-21 á Brasilia, aftaná hálvleiksstøðuna 17-8 til Noreg. Svøríki vann ein týdningarmiklan dyst í bólki B ímóti Suðurkorea við úrslitinum 31-25. Støðan í hálvleikinum var 16-12 til Svøríki. Serliga Andreas Panicka í svenska málinum skaraði framúr.
Úrslitini í dag :
Bólkur A :
Australia-Slovakia 12-47
Rumenia-Ungarn 27-30
Argentina-Frakland 26-33
Bólkur B :
Kuba-Spania 20-45
Svøríki-Suðurkorea 31-25
Kroatia-Kuwait 40-21
Bólkur C :
Tunesia-Týskland 24-26
Russland-Pólland 22-24
Algeria-Makedonia 19-32
Bólkur D :
Saudi Arabia-Egyptaland 18-26
Danmark-Serbia 37-36
Noreg-Brasilia 39-21
Í bólki A hava Slovakia, Ungarn og Frakland 4 stig. Argentina, Rumenia og Avstralia hava einki stig fingið enn.
Í bólki B hava Svøríki, Kroatia og Spania 4 stig. Kuba, Kuwait og Suðurkorea hava einki stig fingið enn.
Í bólki C hevur Pólland 4 stig, Týskland 3 stig, Makedonia og Tunesia 2 stig, meðan Russland bara hevur 1 stig. Algeria hevur einki stig fingið enn.
Í bólki B hava Noreg og Danmark 4 stig. Serbia og Egyptaland hava 2 stig. Brasilia og Saudi Arabia hava einki stig fingið enn.