Norðurlond varin í fullveldismálinum

Fullveldið er eitt innanhýsismál millum Føroyar og Danmark. Støða Føroya kann ikki sammetast við støðuna hjá baltisku londunum, tá ið tey loystu. Tað halda norðurlendsku samstarvsráðharrarnir úr Norra, Íslandi og Finnlandi, sum hava verið í Føroyum hesa vikuna

Dánjal Højgaard


Boðskapurin er greiður.

Føroyingar mugu sjálvir avgera framtíð sína. Uttan uppílegging frá grannalondunum.

Tað halda tríggir norðurlendskir ráðharrar, sum hava verið á fundi millum norðurlendsku samstarvsráðharrarnar í Føroyum hesa vikuna.

Spurningurin um framtíðarstøðu Føroyar hevur kortini ikki verið umrøddur á fundinum.

- Hetta er ikki rætta forum at viðgera slíkt mál, slær íslendski ráðharrin, Siv Friðleifsdóttir, fast.

Kortini eru ráðharrarnir úr Íslandi, Noreg og Finnlandi sinnaðir at gera viðmerkingar til, hvussu tað er at vera granni hjá einum landi, har stýrið ætlar sær fullveldi.


Virða úrtslitið

Finski ráðharrin, Jan Erik Enestam, sigur, at spurningurin um ein sjálvstøðugan føroyskan stat ongantíð hevur verið viðgjørdur í finsku stjórnini.

- Finnland hevur yvirhøvur ikki viðgjørt hendan spurningin. Hetta er eitt mál, sum einans viðvíkur Føroyum og Danmark, og vit virða tað úrtslit, sum kemur burturúr, sigur Jan Erik Enestam, sum umsitir verjumál í finsku stjórnini.

- Hetta er ikki eitt mál sum finska stjørnin eigur at leggja seg út í, leggur hann afturat.


Innanhýsis mál

Í Íslandi hevur forsætisráðharrin eftir fyrispurningi úr Altinginum játtað at mekla millum Føroyar og Danmark, gerst tað neyðugt. Íslendski ráðharrin, Siv Friðleifsdóttir leypur kortini ikki framav.

- Hetta er eitt innanhýsismál, sum føroyingar sjálvir viðgerð nú. Vit skulu ikki leggja okkum beinleiðis út í hetta. Hetta er eitt mál, sum føroyingar sjálvir mugu taka støðu til, sigur Friðleifsdóttir, sum umsitir umhvørvismál í íslendsku stjórnini.


Viðkemur ikki okkum

Norski ráðharrin, Jørgen Kosmo, heldur, at spurningurin um føroyskt fullveldi hevur einki við Noreg ella norðurlond at gera sum so.

- Hetta málið viðkemur okkum ikki. Hetta avgera føroyingar sjálvir. Hetta er hvørki eitt mál fyri norðurlond ella fyri Noreg. Hetta málið mugu føroyingar og Føroyar loysa í samstarvi við Danmark, sigur Kosmo, sum umsitir arbeiðaramál í norsku stjórnini.

- Viðurskiftini millum Noreg og Føroyar verða ikki broytt um Føroyar fáa fullveldi ella halda fram saman við Danmark, sigur Kosmo.


Ikki sum Baltalond

Umboð fyri landsstýri hava í donskum fjølmiðlum tengt sjálvstýristilgongina í Føroyum saman við hana í baltisku londunum. Sagt hevur verið, at stívrenda danska støðan er í andsøgn við ta hjálp, danir í síni tíð veittu baltum, tá teir loystu frá gamla Sovjettsamveldinum.

Men samstarvsráðharrarnir í Íslandi, Noreg og Finnlandi tykjast at halda lítið um samanberingina hjá landsstýrisumboðunum.

- Hatta er hvør sítt. Baltisku londini vóru hertikin av Sovjettsamveldinum undir kommunismuni, og søguliga bakgrundin hjá Føroyum er jú ein onnur, sigur norski ráðharrin, Kosmo.

Finski ráðharrin, Enestam, sum eisini umsitir tey sonevndi nærøkini hjá Finnlandi - Russland og baltalond, dámar sera illa spurningin.

- Hevur tú okkurt skilagott at spyrja um, so skal eg svara. Men hesum kjakinum vil eg ikki vera við í. Hetta viðkemur slett ikki Finnland. Vilja føroyingar hava loysning so er tað í lagi fyri Finnland. Vilja teir ikki tað, er tað eisini í lagi fyri okkum.

Íslendski ráðharrin, Siv Friðleifsdóttir, tekur undir við norska starvsbróðuri Kosmo. Føroyar og baltalond eru hvør sítt heldur hon og hevur hug at slætta sjógv:

- Vit eru so mikið fólkalig í norðurlondum, at vit fara ikki at leggja okkum út í eitt innanríkismál, sum her er talan um. Føroya fólk má avgera, hvat tað vil í hesum stóra máli. Tað hevði ikki verið til gagns fyri nakran, um onnur lond av álvara koma upp í leikin, sigur hon.


Einki verður broytt

Spurninguri er um tað fær nakrar avleiðingar fyri samstarvið millum norðurlond, um ríkisrættarliga støða Føroya verður broytt.

Norski ráðharrin heldur ikki, at hetta fer at hava nakran praktiskan týdning fyri samstarvið.

- Avleiðingarnar vera sera smáar. Føroyar taka sum er lut í norðurlendska samstarvinum, og hetta fara tær eisini at gera, um so er at tær vera eitt sjálvstøðugt ríki. Eg vænti ikki at hetta fer at hava nakran praktiskan týdning, sigur Kosmo.

- Norðurlond eru friðarlig lond, har demokratiið valdar. Vit tosa saman um allar trupulleikar, sigur hann.

Og finski ráðharrin, Enestam er púra samdur:

-Eg dugi ikki, at sígga, at tað fer at gera nakran mun, um vit fáa eitt norðurlendskt ríki afturat. Tað hevur ongan stórvegis týdning.

Íslendski ráðharrin, Friðleifsdóttir, heldur hinvegin, at spurningurin um leiklut Føroya í norðurlendskum høpi er ikki so einfaldur at svara:

- Hetta veldst um, hvørja støða føroyingar fáa í Norðurlandaráðnum og norðurlendska ráðharraráðnum. Tað verður sjálvsagt ein samráðingarspurningur.

- Sjálv haldi eg, at vera Føroyar eitt sjálvstøðugt ríki so er tað púra nattúrligt, at tær fáa sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum í ráðharraráðnum, sigur hon.