Norðurlond skulu vera heimsmeistarar í 5G.
Tað er boðskapurin frá teimum fimm noðurlendsku forsætisráðharrunum, sum hava fundast í Ornsholdvik í Svøríki í dag. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er eisini við á fundinum, men hann er ikki við í felags fráboðanini, sum er undirskrivað av politisku leiðarunum í Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finlandi.
5G er tráleyst internet, sum verður brúkt á fartelefonum og øðrum eindum. Í løtuni hava stórir partar av Føroyum 4G, men næsta ættarlið av tráleysa netinum er á veg, og norðurlond ætla sær at ganga á odda, tá ið nýggja netið skal takast í nýtslu.
– 5G fer at kollvelta gerandisdagin, sigur Stefan Løfven, sum er forsætisráðharri í Svøríki.
5G fer at hava størri ferð og betri møguleika at flyta stórar datamongdir, og tað fer at skapa nýggjar møguleikar innan eitt nú ferðslu, vælferð, umhvørvi, orku og undirhald.
Norðurlendsku forsætisráðharrarnir hava bundið seg til at skapa politiskar og samfelagsligar fortreytir fyri, at 5G kann takast í brúk í øllum Norðurlondum so tíðliga sum gjørligt.










