Norðurlendskur samríkjamaður vitjar í Føroyum

Í kvøld klokkan 19 kemur nógv umrøddi svenski søgufrøðingurin og debatørurin Gunnar Wetterberg at greiða frá um tankar sínar um norðurlendska ríkjasambandið Tað eru Norrøna Felagið og Norðurlandahúsið, ið skipa fyri almenna tiltakinumn í verður í Norðurlandahúsinum, ið er ókeypis.

Gunnar Wetterberg gjørdist ein tann mest umrøddi maðurin millum norðurlendskar politikarar, eftir at hann í eini kronikk í svenska dagblaðnum Dagens Nyheter í oktober mánaða í fjør, almannakunngjørdi sínar tankar um, hvussu hann helt, at Norðurlond eiga at skipa seg í framtíðini.

Wetterberg sá bara fyrimunir við at londini knýttast tættari hvør øðrum.

Hann mælti líkafram til at endurskapa Kalmar Uniónina, og skjeyt enntá upp ? eitt sindur í provokasjón ? at Margretha II av Danmark kundi vera statsovasti í nýggja norðurlendska ríkjasambandinum, eins og fyrsta danska drotningin við sama navni var í Kalmar Uniónini.

Hetta hendi beint upp undir ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, sum hildin varð á Ríkisdegnum í Stockholm.

Sjálvur hevði Gunnar Wetterberg ikki roknað við, at hansara kronikk fór at skapa slíkt endurljóð. Málið var tikið upp á forsætisráðharrastøðið beinan vegin, og evnið var viðgjørt í miðlum bæði innan fyri og uttan fyri Norðurlond. Gunnar Wetterberg er útbúgvin søgufrøðingur; hann hevur granskað og skrivað fleiri søguligar bøkur, hevur verið í uttanríkistænastu fyri svenska statin, og situr nú sum granskingarleiðari í Saco, sum er ein samanrenning av fleiri svenskum fakfeløgum fyri akademikarar.

Í evropeiskum samanhangi vildu Norðurlond eisini verið betri hoyrd, um tey stóðu saman.