Norðurlendskur ráðharrafundur í Tórshavn

Í dag, hósdagin 10. juni 1999, hava norðurlendsku mentamálaráðharrarnir fund í Tórshavn. Fundurin er ein vanligur ráðharrafundur hjá norðurlendska ráðharrastovninum og Signar á Brúnni er vertur.

Hesir ráðharrar luttaka:

-Elsebeth Gerner Nielsen, Danmark,

-Anne Enger Lahnstein, Noreg,

-Bjørn Bjarnason, Ísland,

-Lise Lennert, Grønland,

-Harriet Linnemann, Áland og

-Signar á Brúnni, Føroyar


Ísland hevur formannskapin í ráðharrastovninum 1999 og Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentanarmálum er vertur fyri fundin.


Fjølbroytt skrá

Gestirnir komu til Føroya í gjár, og tá var føroyakvøld í Norðurlandahúsinum á skránni.

Í dag klokkan 9:00 hava gestirnir fund í Tinganesi, og meðan gingið verður úti á Reyni og niðan á Hafnia til døgurða, greiðir Gunnar Hoydal frá .

Klokkan 14:00 undirskriva mentamálaráðharrarnir úr Føroyum og Danmark samstarvsavtalu um forngripir. Í kvøldi er døgurði í Kirkjubø.

Fríggjadagin halda Grønland, Ísland og Føroyar fund um felgsmál. Síðani verður vitjað við Gjógv. Seinni fara nakrir av gestunum heim til Íslands og Danmarkar. Á kvøldi er døgurði á Parnassinum á Hotel Hafnia. Leygardagin leita restin av gestunum sær heimaftur.