Norðurlendskur matur framvegis á breddanum

Norðurlendskur matur er framvegis væl dámdur, í alheims kulinariskum høpi. Heimasíðan NordicFoodDiplomacy er júst víðkað í vavi, og hevur nú eisini boð uppá, hvussu norðurlendskur matur kann matgerðast í Kina og í Russlandi – við rávørum úr umhvørvinum har.

Í 2007 varð Leif Sørensen valdur til føroyskan matambassadør; hini norðurlondini hava eisini matambassadørar. Síðani tá hava ymisk átøk verið, at fremja vitanina og áhugan fyri norðurlendskum mati og mentan. Seinasta, Nordic Cool, var í vár í Washington, har millum onnur Leif Sørensen, Tróndur Patursson, Eivør og Yggdrasil luttóku. Ein nýliga gjørd eftirmeting vísir, at nógv kom burturúr átakinum – og at norðurlendsk umboðsfólk í Amerika framvegis kenna eftirárinini.

Átøkini eru tó bert partur av heildarætlanini um at læra umheimin meira um norðurlendska matmentan. Sendistovur hjá norðurlondum, hava eisini gjørt nógv burturúr at fremja áhugan fyri norðurlendskari matgerð og rávørum. Tað var í 2012, at Norðurlendska Ráðharraráðið lat smíðja eina heimasíðu, har tað ber til hjá sendistovum, konsulatum og øðrum almennum ella privatum umboðsfólkum at finna sær vitan og íblástur.

Í Tokyo hava norðurlendsku sendifólkini fyrr roynt at gera eitt samstarv um at fremja vitanina um norðurlendska mentan; áhugin er stórur, og í Russlandi er áhugin eisini stórur.

Í fyrstu atløgu eru japanska- og russiska heimasíðan ikki líka víttfevnandi, sum tann enska, men ætlanin er at víðka um innihaldið sohvørt.

Mynd: norden.org