Lymfødem er ein sjúka, sum kemur av ov nógvum gróðrarvatni í vevnaðinum og vísir seg við, at bein ella armar gerast hovin. Lymfødemfelagið í Føroyum var stovnað fyri tíggju árum síðani og hevur í dag 55 limir. Umleið 80 sjúklingar eru í viðgerð fyri lymfødem í Føroyum. Sjúkan kann raka øll, men rakar flest kvinnur. Hon kann vera viðfødd, men kann eisini verða ein fylgja eftir eina skurðviðgerð.
Hetta er fyrstu ferð at lymfødemfeløgini úr Norðurlondum hava ein felags fund, men talan er nú um, at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak.
Á fundinum hava nevndarlimir úr øllum Norðurlondunum sagt frá, hvussu tað gongur við sjúkuni og viðgerð í ymisku londunum.
- Vit hava fingið nógv at vita á fundinum, og hava hoyrt fleiri uppskot, sum vit kunnu arbeiða víðari við, sigur Harriet Nybo, formaður í Lymfødemfelagnum.
Ætlanin er, at feløgini skulu samstarva um ymiskar verkætlanir. Til dømis fer Lymfødemfelagið í Føroyum at fáa ymiskt tilfar úr Noregi og Svøríki, sum tey har nýta til at upplýsa sjúklingar og onnur um sjúkuna.