Norðurlendska tænastumannaumbýtisskipanin ger tað møguligt hjá starvsfólki í landsfyrisitingini at fara til eitt av Norðurlondunum at arbeiða í eina tíð. Stuðul verður veittur til ferða- og uppihaldsútreiðslur hjá luttakara.
Skipanin hevur virkað síðan 1979 og endamálið er at fremja norðurlendskt samstarv. Hetta verður framt við at geva luttakarunum kunnleika til fyrisiting og lóggávu o.a. í hinum norðurlondunum.
Tað er ikki neyðugt, at luttakari býtir um pláss við ein starvsfelaga í einum øðrum norðurlandi, tó er onki, sum forðar hesum. Í 2006 hava Føroyar kr. 118.000 at ráða yvir.
Soleiðis virkar skipanin
Skipanin fevnir um starvsfólk, sum starvast í landsfyrisitingini bæði tænastu- og starvsmenn. Uppihaldið kann vara millum 1 og 8 mánaðir í einum kalendaraári. Stuðulin í 2006 er kr. 8.000,- um mánaðin umframt ferðaútreiðslur aftur og fram. Endurgjald verður einans latið fyri ferðing á bíligasta hátt.
Treytin fyri at fáa stuðul er, at viðkomandi fær frí við løn úr starvi sínum. Tíðin verður tald við í lønar- og eftirlønaraldrinum. Tey, sum vilja nýta skipanina, gera sjálvi avtalu við stovn í øðrum norðurlandi.
Áðrenn 3 mánaðir eftir heimkomu, skal luttakari senda Løgmansskrivstovuni eina frágreiðing um uppihaldið og ein stuttan samandrátt á skandinaviskum máli t.d. á donskum, sum Løgmansskrivstovan sendir avgreiðsluskrivstovuni hjá Norðurlandaráðharraráðnum.
Umsóknir
Umsóknir um stuðul skulu sendast Løgmansskrivstovuni ígjøgnum leiðsluna á stovninum. Umsóknin skal innihalda fylgjandi upplýsingar:
1.Navn á umsøkjara, føðingardagur og bústaður
2.Starvsheiti, starvsaldur og starvsstaður
3.Arbeiðsuppgávur
4.Navn og bústaður á stovni, avtala er gjørd við og tíðarskeið
5.Upphæddin, sum søkt verður um - tíðarskeið og ferðaútreiðslur
Upplýsast skal, um umsøkjari hevur søkt um annan stuðul.
Umsóknin skal innihalda ummæli frá stovninum, har stovnurin sigur frá, um viðkomandi kann fáa tænastufrí við løn.
Umsóknarfreistin er 01. februar 2006. Umsóknir, sum koma inn aftaná hesa dagfesting verða bert viðgjørdar, um peningur er tøkur.
Nærri upplýsingar um skipanina fáast við at venda sær til Løgmansskrivstovuna stjórnardeildina og fáast eisini við at fara á heimasíðuna hjá Nordisk Ministerråd:
www.norden.org og hyggja undir Støtteordninger Bidragsydere alfabetisk - Nordisk utbytestjänstgöring
Her kanst tú finna bústaðir í Íslandi og Noreg:
www.arsalir.is
www.leigulistinn.is
www.hybel.no
www.bolignorge.no