Norðurlendskt skúlakunningartiltak við Hanusi G. Johansen

Hóskvøldið 2. mai klokkan 19.30 skipar tann norðurlendski fólkaháskúlin í Kungälv fyri einum kunningartiltaki í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har bæði núverandi og verandi næmingar greiða frá sínum upplivingum á skúlanum.

 

Hundraðtals føroyingar hava verið í skúlanum í Kungälv, síðani skúlin byrjaði sítt virksemi í 1947. Marita Mohr, sála varð fyrsti føroyski næmingurin á skúlanum. Gjøgnum árini hava so kend fólk, sum Niels Midjord, Bárður Persson, Hanus G. Johansen, Jóanes Nielsen og Jukim Olsen, sáli o.m.o. gingið á skúlanum í Kungälv, og hava við gleði kunnað litið aftur á eitt gevandi skúlaár í norðurlendskum umhvørvi.

 

Á kunningartiltakinum, har fyrireikararnir vóna at kunna vekja áhugan hjá føroyskum ungfólki at fara á skúlan í Kungälv, fer Hanus G. Johansen eisini at framføra nakrar vísur.

 

Ì verandi skúlaárið gongur Torkil B. Tórgarð á sjónleikara-deildini hjá skúlanum í Kungälv. Torkil B. Tórgarð er av kendari sjónleikaraætt, og í hesum døgum framføra hann og hinir sjónleikaranæmingarnir á Kungälv leikin "Heksajaktin" hjá Arthur Miller. Torkil sigur seg hava fingið nógv burturúr, bæði fakliga, menniskjaliga, málsliga og sosialt av at ganga á skúlanum á Kungälv. Og kennir hann seg væl brynjaðan at fara undir hægri lestur innan sjónleik í einum norðurlandi.

 

Møguligt er eisini at frætta um studningsmøguleikarnar hjá næmingum, sum søkja á skúlan í Kungälv.