Grannamálsundirvísingin í føroyska skúlaverkinum verður til viðgerðar á almennum kjak- og kunningarfundi, sum Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri mikudagin 2. mars. Fundurin verður hildin í Norðurlandahúsinum kl. 19.00.
Nýggjar námsætlanir fyri undirvísingina í føroyskum og donskum eru gjørdar, og hesum fer Sólvá Jónsdóttir, lærugreinaráðgevi á Landsmiðstøðini, at greiða nærri frá á fundinum, har tað eisini verður høvi til at spyrja nærri til námsætlanirnar.
Hin framløguhaldarin verður norska Bodil Aurstad, ið virkar sum norðurlendskur málsamskipari. Hon hevur sitið í hesum starvi í eitt gott ár. Uppgáva hennara í løtuni er at samskipa eina norðurlendska kampanju, sum hevur til endamáls at fáa íbúgvarnar í Norðurlondum at skilja betur málini hjá hvørjum øðrum.
Londini hava frá Norrøna Ráðharraráðnum fingið eina upphædd til at betra um málstøðuna í hvørjum landi sær. Ein partur av pengunum, ið eru falnir Danmark í lut, skulu brúkast til at menna eina temasíðu um grannamál á føroyska undirvísingarportalinum snar.fo.