Norðurlendskir ráðharrafundir og málráðstevna í Keypmannahavn

Landsstýriskvinnan í menta- og undirvísingarmálum, Helena Dam á Neystabø, var í døgunum 26.-28. apríl 2010 á norðurlendskum ráðharrafundum og málráðstevnu í Keypmannahavn. Á fundunum vóru ymisk felagsmál innan mentan og undirvísing í Norðurlondum viðgjørd.

Undirvísingar- og granskingarmál MR-U

Á ráðharrafundinum innan útbúgving og gransking vórðu ymisk mál umrødd. Eitt nú varð støða tikin til spurningin um framhald av verandi globaliseringsátøkum. Semja var um, at globaliseringsátakið innan vaksnamannalæring skal halda fram, eins og eisini skal haldast fram við at menna og sjónliggera hægru útbúgvingarnar í Norðurlondum. Verandi granskingarátøk innan TFI (Topforskningsinitiativet) halda somuleiðis fram, samstundis sum arbeitt verður við at menna eina skipan, sum ger tað lættari at handfara granskingarátøk og - verkætlanir.

Ráðharrafundurin gjørdi av at endurtaka norðurlendska umhvørvisdagin innan skúlaøkið, sum í ár aftur verður hildin 11. november, sí www.klimanorden.org. Endamálið við norðurlendska umhvørvisdegnum er at varpa ljós á og breiða út vitan um umhvørvi millum ung. Eitt annað endamál við umhvørvisdegnum er at skipa ein felags undirvísingarportal innan umhvørvisspurningar í Norðurlondum.

Næsti fundur hjá embætismannanevndini (EK-U) innan útbúgving og gransking verður í Føroyum 16.-18. juni í ár, føroyska umboðið í nevndini er Kristianna Sjóvará, ráðgevi í Mentamálaráðnum.

Á komandi ráðharrafundi í heyst í Reykjavík verður málið um fráfall innan hægri útbúgvingar umrøtt.

Mentamál MR-K

Til viðgerðar á ráðharrafundinum innan mentan varð samstarvið á metanarøkinum í Norðurlondum. Umskipanin, sum Norðurlendska ráðharraráðið fór undir í 2005, og sum endaði við, at fleiri stovnar og nevndir vórðu niðurlagdar, og stovnurin KulturKontakt Nord ístaðin varð settur á stovn í Sveaborg í Finnlandi 2007, varð gjølla viðgjørd. Umskipanin skal nú endurmetast. Eisini var til viðgerðar spurningurin, um Nordisk Kulturfond og KulturKontakt Nord kunnu samstarva meira. Hesir báðir stovnarnir umsita í dag meira enn 60 mió. stuðulskrónur til mentanarøkið í øllum Norðurlondum, sí eisini www.kulturkontaktnord.org og

www.nordiskkulturfond.org

Summarfundurin hjá Nordisk Kulturfond verður í Føroyum 27-30. juli í ár, føroyska umboðið í nevndini er Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum.

Alt byrjar við málinum

Í sambandi við ráðharrafundirnar varð eisini skipað fyri áhugaverdari málráðstevnu við yvirskriftini ?Norðurlanda mál ? mál í Norðurlondum?, har politikarar, embætisfólk og nakrir av fremstu málgranskarunum í Norðurlondum viðgjørdu aktuellar málspurningar.

Á ráðstevnuni helt m.a. fyrrverandi íslendski forsetin, Vígdis Finnbogadóttir, sum nú er útnevnd sum vælvildarverji hjá UNESCO, røðu, sum hon kallaði ?Mál- og mentan er okkara besta barlast,? har hon eitt nú vísti á, hvussu umráðandi tað var hjá okkum øllum at hava eitt móðurmál at hjúkla um.

Eitt annað evni, sum varð umrøtt nógv á ráðstevnuni, var týdningurin av at læra fremmandamál. Her kom serliga fram spurningurin um javnvágna ímillum fyrsta fremmandamálið og móðurmálið, nær skal farast undir at læra fremmandamál, og hvat fremmandamál skal lærast fyrst, hvussu skal hetta gerast osfr.

Málátak

Á ráðstevnuni legði aðalstjórin fyri Norðurlendska Ráðharraráðið, Halldór Ásgrímsson, fram eina ætlan fyri eitt sokallað norðurlendskt málátak, sum nú verður sett í gongd, og sum skal halda fram í 2011. Málátakið tekur støðið í kunngerðini um norðurlendskan málpolitikk, sum Føroya vóru við at undirskriva í 2006.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, fegnast um ráðstevnuna í Keypmannahavn og sigur, at málið er altíð spennandi, hava vit einki mál, fáa vit einki gjørt.

Hon leggur aftrat, at tað var hugtakandi at hoyra, hvussu takksamar bæði íslendski mentamálaráðharrin, Katrin Jakobsdóttir og Vígdis Finnbogadóttir vóru fyri gávuna, sum Føroyar lótu til komandi altjóða málgranskarastovnin við Háskóla Íslands, sum ber navn fyrrverandi forsetans í sambandi við áttati-ára føðingardagin Vígdisar Finnbogadóttur herfyri.