Norðurlendska Bókmentavirðislønin til Noreg

Norðmaðurin, Lars Saabye Christensen fær Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2002 fyri ritverikið "Halvbroren."

Lars Saabye Christensen er føddur í 1953. Hann kom, fyri fyrstu fer, rættuliga fram í sambandi við skaldsøguna "Beatles" í 1984. Fyrsta ritverk hansara, yrkingasavnið "Historien om Gly" kom út í 1976. Rithøvundurin, Lars Saabye Christensen, hevur gjørt vart við seg innan nógvar ymiskar bókmentagreinir, og verður hann mettur at vera ein tann besti rithøvundurin í sínum ættarliði.
Í grundgevingini fyri at lata Lars Saabye Christensen Norðurlendsku Bókmentavirðislønina stendur, at skaldsøgan "Halvbroren" ríkt og margfalt lýsir søguna hjá fleiri ættarliðum. Rithøvundurin lýsir til tíðir tað realistiska og til tíðir tað fantastiska, og er frásøgnin merkt bæði av harðrendum humori og hjartanítandi sorgarleikum. Skaldsøgan snýr seg um Barnum Nilson og hálvbróður hansara Fred. Sambandi teirra millum verður sæð gjøgnum eygu Barnums. Alt í lívinum hjá Barnum og familju hansara snýr seg um Fred, ið hevur eitt kriplað sinn, ið er merkt av vónloysi. "Halvbroren" er skaldsøga um fráveru, men eisini um vinarlag, felagsskap og kærleika. Hon gongur fyri seg í Oslo, sum rithøvundurin er ein meistari í at lýsa.