Norðurlendska skótaráðstevnan byrjar hósdagin 25. mai Kristi himmalsferðardag og heldur fram vikuna út. Fleiri enn 100 skótar vera á ráðstevnuni, sum verður hildin á Hotel Føroyum og í Norðurlandahúsinum.
Skótarnir eru úr Grønlandi, Íslandi, Danmørk, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Føroyum. Harumframt eru umboð fyri evropanevndirnar og evropaskrivstovurnar hjá skótunum við á ráðstevnuni.
Føroyar hava síðani 1992 verið fullgyldugir limir í norðurlendska skótasamstarvinum.
Á ráðstevnuni verða fleiri verkstovur. Viðgjørt verður m.a., hvussu limatalið kann vaksa og hvussu limirnir kunnu verða røktir, hvussu rúm kann vera fyri øllum í skótaarbeiðinum, og hvussu skótarørslan kann halda fram sum ein virkin samfelagsávirkari næstu hundrað árini.
Endamálið við norðurlendska skótasamstarvinum er at geva møguleikar fyri samstarvi, og at skótaliðini í ymsu londunum kunnu læra av royndunum hvør hjá øðrum og at skilja norðurlendsku mentanina.