Yggdrasil er træið millum heims og heljar í norrønu gudalæruni, og Yggdrasil er somuleiðis ein av teimum bólkunum við rótfesti í Føroyum, sum man hava ferðast eina mest. Ofta hevur bólkurin nevniliga verið mannaður av norðurlendskum tónleikarum. Í gjár byrjaði Yggdrasil eina tónleikaferð í norðurlondum.
Við í bólkinum eru Eivør Pálsdóttir, sang, Heðin Ziska Davidsen, guitar, Kristian Blak, klaver, Mikael Blak, bass, Brandur Jacobsen, trummur, og Anders Hagberg, saxofon og floyta.
Eftir at hava spælt í Danmark í gjárkvøldið, spælir Yggdrasil á Norðurlendska Fólkaháskúlanum í Kungälv í Svøríki í kvøld, og í hesum sambandi kemur væntandi ein stór grein um tey í svenska blaðnum Dagens Nyheter fríggjadagin.
Síðani gongur leiðin til Álands, har fyrrverandi musikkskúlalærerin í Vágum, Stefan Simonsen, sum nú er leiðari á Nordisk Institut, tekur ímóti. Etir hetta verður farið til Estlands, har bólkurin verður í tríggjar dagar. Mikudagin verður spælt í Turku í Finnlandi, og fríggjadagin í næstu viku spælir ein kvartett úr Yggdrasil í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Ein part av tónleikinum hava millum onnur Heðin og Eivør gjørt. Heðin er eisini í holt við at leggja seinastu hond á eina plátuútgávu, sum skal ljóðblandast í Svøríki.
Nomus, Mentamálaráðið og Mentunargrunnurin hava stuðlað Yggdrasil, og vegna bólkin sigur Kristian Blak seg fegnast um, at eisini útbreiðsla sum turnévirksemi verður styðjað.