45 ára gamla Birna Jacobsen er sett sum nýggjur projektleiðari í Norðurlandahúsinum. Hon er 45 ára gomul, og hevur masterprógv í Upplivingarleiðslu frá RUC og er akademiøkonomur í ferðavinnu, sigur Norðurlandahúsið.
Hon fer tey næstu árini at arbeiða sum ein av fýra projektleiðarum í Norðurlandahúsinum. Starvið er tíðaravmarkað við fýra árum, og møguleiki er at halda fram í starvinum, tó í mesta lagi átta ár.
Høvuðusuppgávurnar hjá Birnu Jacobsen vera, at menna Norðurlandahúsið, sum eitt avbera gott fundar- og ráðstevnustað og at arbeiða í tøttum samstarvi við tey ymisku virkandi innan ferðavinnu í Føroyum.











