Endamálið hjá Norðurkorea við kjarnorkuroyndarspreingingini í nátt er at fáa samráðingar við USA. Tað heldur Asia-serfrøðingurin Geir Helgesen, sum starvast á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Hann vísir á, at altjóða samfelagið, ST og fleiri ríkisleiðarar hava fordømt royndarspreingingina, og tað er júst tað, sum Norðurkorea vil hava teir at gera, sigur hann.
-Tað kann tykjast løgið, at Norðurkorea fremur eina kjarnorkuroyndarspreinging fyri at verða fordømt, samstundis sum landið fegið við hava samráðingar. Men Norðurkorea veit av royndum frá hinum báðum royndarspreingingunum í 2006 og 2009, at fyrst verður landið fordømt, og síðani koma samráðingarnar, sigur Asia-serfrøðingurin við norska kringvarpið.
Spurdur, hvat Norðurkorea vil hava burtur úr møguligum samráðingum, svarar Geir Helgesen:
-Norðurkoreanar vilja hava ein friðarsáttmála við USA, og at USA skal viðurkenna Norðurkorea sum eitt óheft ríki, sigur Geir Helgesen við NRK.









