Norðurkorea sprongt kjarnorkubumbu

Norðurkoreanska stjórnin váttar, at landið hevur gjørt eina kjarnorkuroyndarspreinging Tíðindini fingu alt fyri eitt stjórnina í grannalandinum Suðurkorea at halda kreppufund um støðuna. Suðurkoreanski jarðfrøðistovnurin sigur, at hann skrásetti ein skjálvta eins og frá einari spreinging undir jørð.

Teir almennu fjølmiðlarnir í Noðurkorea siga, at royndarspreingingin er liður í landsins royndum at menna kjarnorkuvápnini, ið skulu verja landið.

Eygleiðarar siga, at royndarspreingingin fer at økja spenningin millum Norðurkorea øðrumegin og Suðurkorea og USA hinumegin.