Norðurkoreanska stjórnin er nú sinnað at sleppa sínum kjarnorkuvápnum, um Suðurkorea ger tað sama.
Kjarnorkuvápn
Í gjár hittust umboð fyri Norðurkorea, Suðurkorea, USA, Kina, Russland og Japan enn eina ferð at tingast um ta norðurkoreonsku kjarnorkuverkætlanina. Byrjanin vísti, at hesaferð eru vónir um, at nakað munagott fer at spyrjast burturúr.
- Eftir okkara tykki er tað týdningarmikið, at vit kunnu taka samráðingarnar uppaftur, men tað týdningarmesta er, at vit kunnu fáa nakað burturúr, so Koreanesið verður eitt kjarnorkuvápnafrítt øki. Sleppur Suðurkorea sínum kjarnorkuætlanum, eru vit til reiðar at gera tað sama, segði norðurkoreanski samráðingarleiðarin Kim Kye-Gwam, tá tann fyrsti fundurin í Beijing byrjaði. Hann legði afturat, at vísa allir partar samarbeiðsvilja, ber tað til at røkka málinum.
Christopher Hill, sum stendur á odda fyri amerikonsku samráðingarnevndini, segði mánadagin, at USA hevur ongar ætlanir um at leypa á Norðurkorea, sjálvt um George W. Bush, forseti, fyrr hevur sett landið í bás sum eitt av teimum óndsinnaðu londunum. Christopher Hill segði, at USA viðurkennir norðurkoreanska sjálvræðið og er sinnað at tingast við landið um trygdarviðurskiftini við tí fyri eyga at beina øll kjarnorkuvápn burtur.
- Kjarnorkuvápn fara ikki at gera Norðurkorea tryggari. Tvørturímóti fara tey bara at økja spenningin í økinum og at hótta altjóða avdubbingina, segði amerikanski samráðingarleiðarin.