Norðurkorea royndarskotið enn eina rakett

Talan er um triðju rakettina seinastu átta dagarnar

Norðurkorea hevur enn einaferð royndarskotið eina rakett. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.

Sambært almennum talsmonnum í USA og Suðurkorea er tað talan um triðju rakettina innan teir síðstu átta dagarnar, ið kommunistiska tjóðin hevur royndarskotið.

Sambært BBC verður tað mett, at talan er um eitt mótspæl til tí ætlaðu felags hernaðarliga venjingina hjá Suðurkorea og USA seinni í mánaðinum.

BBC veit eisini at siga, at umboð fyri Bretland, Týskland og Frakland enn einaferð hava heitt á stjórnina í Pyongyang um at fara undir veruligar samráðingar við USA. Samstundis hava tey gjørt greitt, at neyðugt er at halda fram við boykottinum móti landinum inntil tey steðga menningini av rakettum og kjarnorkuvápnum.