Norðurkorea hóttir aftur

Norðurkoreanska stýrið sigur seg hava sett í verk tiltøk, sum skulu styrkja landsins evni at hótta við kjarnorkuvápnum.

Norðurkorea ger nú aftur vart við seg.
Hesaferð boðar stýrið í Pyongyang frá, at tað hevur sett í verk tiltøk, sum eru ætlað at styrkja landsins evni at hótta við kjarn-orkuvápnum. Útlendskir eygleiðarar tulka hetta sum eina ávaring til USA um ikki at seta eitt sokallað fyribyrgjandi álop á Norðurkorea í verk.
Samstundis ger stýrið greitt, at tað hevur ongan áhuga í at halda fram við samráðingunum við USA, Russland, Kina, Japan og Suðurkorea um landsins kjarnorkuvápn. Londini samráddust í Beijing herfyri, at Norðurkorea sigur, at samráðingarnar vóru nyttuleysar, og at eingin orsøk er til at taka tær uppaftur.
Sambært norðurkoreansku tíðindastovuni KCNA hevur USA eittans endamál við samráðingunum, og tað er at avvápna Norðurkorea.