Tey vóru bygd í 1766-67. Húsini liggja á plássinum hjá Grønlandshandlinum, sum í 200 ár var miðdepil fyri samhandilin millum Danmark og Finnmarkina, Føroyar, Ísland og serliga Grønland. Í yvir 200 ár varð turrur fiskur, saltað sil, hvalalýsi og skinn av alskins slag lastað og lagrað her, áðrenn tað varð sent víðari á evropeiska marknaðin.
Húsini vóru upprunaliga rópt Íslendska Pakkhúsið men skiftu síðan navn til Grønlendska Pakkhúsið.
Oyggin har Útnorðurbryggjan er, er ein gjørd oyggj. Tað var stórkeypmaðurin og reiðarin Andreas Bjørn sum í 1735 bygdi oynna. Hetta var gjørt við at fylla plássi upp við byggitilfari og ruski úr Keypmannahavn. Í byrjanini av 1980’unum flutti Grønlandshandilin av plássinum, ið varð yvirtikin av Toll og Skatt.
29. november í 2003 fluttu almennu Føroyar, Ísland og Grønland inn í húsini, ið gjørdust Útnorðurbryggjan ein ætlaður miðdepil fyri føroyskt, íslendskt og grønlendskt virksemi í danska høvuðsstaðnum.
kelda: bryggen.dk