Norðuratlantssamstarv

Zakarias Wang

Í 1939 varð í hvørt hús í Føroyum borin ein bók frá Føroya løgtingi. Hon var skrivað av Jóannesi Paturssyni, sum í 30 ár hevði verið formaður í Sjálvstýrisflokkinum og síðan gjørdist fyrsti formaður Fólkafloksins. Bókin var "Føroya søga I. Úrdráttur úr stjórnarlagnum".
Eitt av tí, sum hann har førdi fram, var at tað var ringt fyri Føroyar tá íslendingar í 1843 fingu sítt egna alting og tí ikki longur høvdu umboð á stættartinginum í Roskilde. Hann vísti á, at hóast tað bert vóru tríggir kongsvaldir limir úr Norðuratlantshavi (2 fyri Ísland og 1 fyri Føroyar), so var tað ein stór styrki fyri okkum, at vit høvdu íslendingar at vera saman við í hesi samkomu, har eingin annar kendi nakað til okkara viðurskifti, og har vit tí við at standa saman kundi fáa nakað av ávirkan.
Hann er sostatt fyrsti maður at bera fram hugsanina um, at vit í Norðurhøvum hava nakað at vinna við at samstarva á danatingi.