Norðoya Tjóðveldisfelag kunnger, hvussu uppstillingin til løgtingsvalið fór fram Norðoya Tjóðveldisfelag hevur sum einasta limafelag í flokkinum gjørt uppstilling sína lidna.
Nógv hevur verið sagt um uppstillingina, við tað at Heini O. Heinesen ikki kom á listan. Hann rak sjálvur framundir, at uppstillingin var avgjørd frammanundan.
Nevndin sigur í frágreiðing síni, at á fyrsta uppstillingarfundinum játtaðu seks fólk at stilla upp, og fundurin bað nevndina spyrja trý onnur fólk, um tey vildu á listan.
Eins og fyrrsti uppstillingarfundurin varð tann næsti lýstur alment.
Á øðrum fundinum vildu sjey stilla upp, og tí var neyðugt við atkvøðugreiðslu, tí tað skuldu bara fimm nøvn til.
Tvey valevni vóru ov stutt, og annað teirra var Heini O. Heinesen.
Triði uppstillingarfundur varð eisini lýstur alment, og tá var nýggj atkvøðugreiðsla. Eisini her gjørdist Heini O. Heinesen ov stuttur.
- Við hesum vil Norðoya Tjóðveldisfelag vísa á, at felagið á ongan hátt hevur lagt forðingar fyri at fáa Heina O. Heinesen á listan, men harafturímóti royndi, við at hava atkvøðugreiðsluna umaftur á 3. uppstillingarfundi, at geva Heina O. Heinesen ein møguleika at verða valdur, sigur nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag, sum takkar Heina O. Heinesen fyri avrik hansara.
Uppstillingin hjá Tjóðveldi er ikki liðug enn, tí hini økisfeløgini skulu velja síni valevni, Unga Tjóðveldi skal velja sini tvey, so tað verða 43 tilsamans.