Týsdagin 28 mars fóru fýra stórir akkerhálarar undir arbeiðið at hála akker fyri hotellpallin Cosl Rival, sum liggur í Norðsjónum.
Vit frætta úr Norðsjónum, at pallurin skal flytast frá Judy oljuleiðini í bretskum sjóøki, til Kristiansand í Noregi. Tolv akker hildu Cosl Rival upp á pláss, beint við framleiðslupallin á Judy leiðini. Ein brúgv lá ímillum báðar pallarnar til arbeiðsfólk at ganga á. Judy pallurin er dagførdur og Cosl Rival hevur verið nýttur av arbeiðsfólkunum til at sova og eta umborð á.
Klaksvíkingurin Petur Juul Samuelsen er skipari, ella Offshore Installation Manager, sum tað eitur á fakmáli, Cosl Rival og hann hevur sostatt dagligu leiðsluna av pallinum.
Zenith Offshore í Klaksvík stendur fyri arbeiðnum at hála akker, og at flyta Cosl Rival. Klaksvíkingurin, Eliesar N. Lydersen, og Haraldssundsmaðurin, Brandur K. í Kongsstovu, eru umborð fyri Zenith Offshore, sum towmastarar.
Arbeiðið hjá teimum er at samskipa virksemið hjá teimum fýra akkerhálarunum og pallunum báðum og sostatt kemur ovasta leiðslan av hesi verkætlan úr Norðoyggjum.
Tey tólv akkerini vórðu fest í Cosl Rival, við hvør síni skipan av ketum, weirum og polyestertrossum. Av tí at hesar skipanir vórðu spentar tvørtur um eina rúgvu av rørum og káplum, ið ganga til og frá Judy pallinum, vórðu stórar undirvatnsboyur festar í tær, at halda teimum uppfrá, so at ongin skaði skuldi standast av teimum.
– Tað gekk væl at fáa akker og útgerð av botni, seint hóskvøldið varð Cosl Rival leysur og sleipaður frá Judy pallinum, og sleipið til Kristiansand kundi byrja.
Teir vænta at koma til innsiglingina til Kristiansand tíðliga sunnumorgunin. Tá verður pallurin sleipaður at bryggju, har hann skal liggja og bíða eftir arbeiði, frættist úr Norðsjónum.
Myndin gevur eina hóming av, hvussu stórt tiltak tað er at sleipa ein pall. Í innsettu myndini síggjast teir tríggir, ið standa á odda fyri arbeiðnum, frá vinstru eru teir Á myndini eru teir frá vinstru, Eliesar N. Lydersen, Petur Juul Samuelsen og Brandur K í Kongsstovu.