- Tað skal verða eitt krav, at allur botnfiskur, sum verður fiskaður undir Føroyum, skal seljast á uppboði.
Tað halda Hendrik Old og Gerhard Lognberg, sum báðir eru úr Javnaðarflokkinum.
Teir stúra fyri gongdini, har teir siga, at allur fiskurin, sum verður fiskaður undir Føroyum, er við at verða miðsavnaður á nøkrum heilt fáum virkjum norðanfjørðs.
25 prosent til Klaksvíkar
Teir báðir vísa á, at politiski myndugleikin hevur slept kravinum um, at fiskurin skal seljast á uppboði.
- Avleiðingin er, at minni enn 10 prosent av tí, sum verður fiskað, verður selt á uppboðssøluni.
Hinvegin eru skip og virki so tætt samanknýtt, at allur fiskurin verður slúsaður til virkini, sum eiga skipini.
Sostatt eru tað bara nøkur einstøk virki, sum fáa allan fiskin samstundis sum at einki arbeiði er á øllum hinum virkjunum.
Tí eru virkini kring landið serstakliga illa fyri, eitt nú virkini í Sandoy.
Gerhard Lognberg heldur, at tískil má tað aftur verða eitt krav, at fiskur undan Føroyum skal seljast á uppboði, so at virki kring landið fáa møguleika at bjóða.
- Fremsta uppgávan hjá politikarum er at útvega arbeiði, leggur hann afturat.
Hendrik Old staðfestur, at næstan allur fiskur undan Føroyum er miðsavnaður á einum einasta virki, sigur hann.
Virkið, hann sipar til, er Kósavirkið í Klaksvík.
Hendrik Old vísir til eina uppgerð, Sosialurin fekk frá grannskoðaravirkinum Januar yvir, hvussu botnfiskurin undan Føroyum er býttur ímillum virkini kring landið.
Uppgerðin er frá í fjør og hon umfatar sløk 70 prosent av øllum fiskinum, sum varð virkaður á føroyskum virkjum.
Tann uppgerðin vísir, at Kósavirkið fór við heili 25,1 prosentum av fiskinum.
- Sostatt fór Kósavirkið við fjórðinginum av fiskinum og tað sigur eitt sindur um, hvussu ómetaliga sterkt monopol, vit í veruleikanum hava í fiskivinnuni, sigur Hendrik Old.
Landnyrðingssamgongan
Hendrik Old er farin at eyknevna hesa samgonguna fyri landnyrðingssamgongan, tí eftir hansara tykki er hon farin at miðsavna alt virksemið í landinum í landnyrðingspartinum í landinum, ella í Norðoyggjum og í Eysturoy
- Hinvegin eru tað stór pláss í landinum, sum ikki fáa ein stert upp á land.
Hendrik Old vísir á, at fyrr var vanligt, at skip og virki vórðu knýtt at hvørjum øðrum.
Men eftir kreppuna í nítiárunum varð alment viðurkent, nettupp hendan samantvinningin av skipum og virkjum, var rótin til alt ilt, tí tað forðaði fyri kapping og helt prísurin niðri.
Og tá ið prísurin varð hildin niðri, vórðu eisini hýrurnar til manningarnar hildnar niðri.
Tí var uppboðssølan sett á stovn og krav var um, at ein ávísur partur skuldi seljast á uppboði fyri at eggja til kapping og hægri prísir.
- Men nú eru vit farin aftur til tað gamla, har skip og virki hoyra sama. Avleiðingin er, at ongin kapping er um fiskin, prísirnir og hýrurnar til manningarnar verða hildnar niðri og allur fiskur verður slúsaður til nøkur heilt fá virki.
Samstundis sum tað er ómetaliga tórført hjá øðrum virkjum at fáa fatur á fiski til virkingar.
- Eg stúri fyri, at tað er bara ein spurningur um mánaðir, áðrenn fleiri av virkjunum geva skarvin yvir og lata aftur, tí tey fáa ongan fisk, sigur Hendrik Old.
Hann sigur, at hóast alt eru tað tey smærri virkini, sum halda prísinum so frægt uppi, sum hann er.
- Fara tey, er vanlukka fullkomin fyri fiskaprísin og fyri fiskimannin, tí tað er lagamanni hjá nøkrum heilt fáum virkjum at avtala prísin, leggur tingmaðurin afturat.
Út um alt mark
- Fiskivinnan er sostatt monopoliserað út um alt mark, og harafturat er hon farin á útlendskar hendur, sigur Hendrik Old.
- Tað er bara heima í Afrika, at vit lata vinnuna, sum gevur avlop, fara á útlendskar hendur, sigur Hendrik Old.
Hann skilir ikki, at onkrir politikarar hava fegnast um, at í hvussu so er hýran til manningarnar er eftir í Føroyum.
- Er tað nøktandi fyri eitt framkomið ídnaðarsamfelag, at tað einasta, vit fáa burtur úr okkara tilfeingi, er hýrurnar til manningarnar, spyr Hendrik Old.
Hann sigur, at hetta er eisini ein vanlukka fyri íløgurnar í alt annað virksemi, tí alt avlopið, sum skal brúkast til íløgur, fer alt av landinum.
Hinvegin leggur hann afturat, at hetta samsvarar væl við staðfestingini hjá løgmanni, sum fyri fleiri árum síðani segði, at allur fiskur ferð at verða miðsavnaður á trimum, fýra, ella í mesta lagi, fimm flakavirkjum.
- Men nú síggja vit enntá, at allur fiskur er mestsum miðsavnaður á einum einasta virki, sigur Hendrik Old.
Hann sigur, at hetta er eitt mál, hann ikki ætlar sær at sleppa og tískil fer hann at reisa tað í Løgtinginum, tí hann vil hava tað sett á dagsskrá í politiska kjakinum.
25,1 prosent
Hendan talvan vísir, hvussu stóran part av fiskinum nøkur virki kring landið fingu í fjør.
Talan er um eina uppgerð, Sosialurin hevur fingið frá grannskoðaravirkinum, Januar.
Uppgerðin umfatar 69,2 prosent av fiskinum, sum varð virkaður á føroyskum virkjum í fjør og við í uppgerðini eru tey sjey virkini niðanfyri.
Uppgerðin vísur, at Kósavirkið fekk 25,1 prosent av fiskinum. Annars fingu Faroe Origin í Runavík, Vaðhorn á Strondum og Fiskavirking í Gøtu eisini væl av fiski.
Tilsamans fingu hesi fýra virkini í Norðoyggjum og í Eysturoy 67 prosent av fiskinum.
Hendrik Old, tingmaður, heldur, at gongdin er ræðandi og má steðgast og hetta er ein orsøk til, at hann er farin at kalla hesa samgonguna fyri Landnyrðingssamgongan.
Hann stúrur fyri, at tað er bara ein spurningur um mánaðir, so lata fleiri virki aftur og tá er vanlukkan fullkomin fyri fiskaprísin og fyri fiskimannin, heldur hann.