Norðoyggjar við sviðusoð

Ongin skipaður sjúkraflutningur er í Norðoyggjum. Hetta vil siga, at um okkurt álvarsamt hendir og veðrið ikki er til vildar fyri tyrluna at flúgva, so kann tað gerast trupult at fáa sjúklingin til Klaksvíkar á sjúkrahús frá eini av útoyggjunum, tí teir, ið arbeiða umborð á Strandferðsluskipunum hava onga skyldu til at røkja flutningin

Norðoyggjar: Tær smærru norðoyggjarnar hava ongan skipaðan sjúkrahúsflutning. Tað vil siga, at um veðrið ikki er nóg gott til at tyrlan kann flúgva, so er ongin flutningur, sum gevur íbúgvunum á teimum oyggjunum, ið ikki hava fast samband við Borðoynna, trygd fyri, at tey verða flutt á sjúkrahús, um okkurt skuldi hent.
Frá smærru oyggjunum vita tey um fleiri dømi, har tað eisini hevur staðið um lív. Veðrið hevur verið ov ringt til tyrluna, og tí er strandfaraskipið, sum dagliga røkir hesa sigling til útoyggjarnar boðsent. Men av tí, at teir, ið starvast umborð á strandfaraskipunum ikki hava skyldu til at vera tøkir, so kann tað taka langa tíð áðrenn øll manningin er savnað, og hetta kann gerast ein stórur trupulleiki.
? Vit hava ikki skyldu til at vera tøkir, men um okkurt hendir, so verður ringt til ein okkara, og so boðsenda vit restini av manningini, og tað kann vera torført, tá ein ikki veit, hvar allir eru, verður sagt av Másanum, sum røkir siglingina til Svínoyar.

Tilkallivakt

Sandoyggin hevur eina sokallaða tilkallivakt. Og ein var eisini um Vestmannasund áðrenn undirsjóvartunnilin kom. Men ongin tilkallivakt er í Norðoyggjum.
Páll Heinesen, starvsfólkaleiðari á Strandfersðluni sigur, at ein tilkallivakt kostar umleið 3500 krónur fyri hvønn av manningini um mánaðin.
Tilkallivaktin er frá tí, at skipið er farið úr regluligari sigling á kvøldið til tað skal sigla aftur um morgunin. Reglulig sigling vil siga sigling eftir ferðaætlanin.
Um okkurt skuldi hent á miðjari nátt, hevur manningin á Teistanum, sum siglir um Skopunarfjørð, skyldu til at vera tøk. Fyri hetta fáa teir eisini løn, sum er áljóðandi góðar 16 krónur um tíman yrkadagar og tað dupulta sunnu- og halgidagar. Og um farið verður til arbeiðis, fær manningin løn fyri fulla úrtíð.
Norðoyggjar hava onga tilkallivakt.
? Orsøkin til, at vit ikki hava nakra tilkallivakt er, at fyrr høvdu vit ein læknabát. Hesin báturin flutti antin læknan út til sjúklingin ella sjúklingin á sjúkrahúsið í Klaksvík, sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
? Hesin báturin varð seldur undir kreppuni, og síðani tá hava vit leigað antin speedbátar ella eitt av Strandferðsluskipunum um tað skuldi staðið á.
Hann vísir á, at tað eru ikki nógvir tilburðir um árið talan er um, og hann ásannar, at við ongari tilkallivakt, kann tað til tíðir gerast trupult.
? Tað koyrir av vælvild. Vit vita, at ein manning er altíð tøk her um náttina, tí teir skulu jú út aftur morgunin eftir. Til dømis tann, sum siglir við Másanum. Teir eru í Klaksvík, tí teir skulu til arbeiðis dagin eftir, og tað sama er við Dúgvuni. Um teir so fara til arbeiðis í úrtíð, so fáa teir løn fyri tað, sigur sjúkrahússtjórin.
Men hann vil tó ikki svara uppá, um tað er nóg gott, at dúva uppá hetta.
Tá spurt verður um nakar skipaður sjúkraflutningur ella tilkallivakt er í umbúnað, sigur Heri Ellingsgaard:
? Tað er ein spurningur um, hvør skal taka stigið til tað. Eg haldi ikki, at tað er okkara ábyrgd, men heldur ábyrgdin liggur heldur hjá fakfelagnum hjá manningini umborð.