Nevndin í p/f Norðoyatunlinum hevur ásett prísin fyri at ferðast gjøgnum Norðoyatunnilin, og er hesin settur til at vera tann sami, sum nú er galdandi fyri at ferðast gjøgnum Vágatunnilin, eins og somu avsláttarmøguleikar vera.
Árið 2006 er royndartíð og støða verður av nýggjum tikin til nýtslugjaldið um ársskiftið 2006/2007.
Avtala er gjørd millum p/f Norðoyatunnilin og p/f Vágatunnilin, soleiðis at tann, ið hevur hald hjá øðrum felagnum, kann ferðast gjøgnum hin tunnilin við sama kubba og sama avsláttri. Tó er árshald einans galdandi fyri hvønn tunnilin sær.
Somu prísir
Prísurin fyri at ferðast gjøgnum Norðoyatunnilin verður sostatt hesin:
o Fyri lætta ferðslu er kostnaðurin fyri staka ferð 170 kr t/r
o Fyri bilar millum 6 og 12,5 m er gjaldið 670 kr/t/r, og fyri bilar oman fyri 12,5 m er gjaldið 1.000 kr t/r.
o Fyri lættar bilar er møguligt at tekna eitt árshald, sum loyvir óavmarkaða koyring. Haldið verður teknað fyri eitt ár í senn, og er treytað av, at avtala er gjørd um, at goldið verður mánaðarliga forút við GS-avtalu. Kostnaðurin er 1000 kr/mánaðin ella 12.000 kr/ár.










