Norðoyatunnilin 2,1 mió kr í halli

Prísurin at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar verða ikki broyttir, hóast annar hevði eitt rakstrarhall í fjør. Prísirnir verða teir somu árið út

Báðir tunlarnir eru væl fyri fíggjarliga, og støðugt fleiri ferðast undir Vestmannasund og Leirvíksfjørð. Hetta er greitt, eftir at P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin í dag hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu lagdir fram.

Ársúrslitið fyri Norðoyatunnilin varð eitt hall á kr. 2,1 mió, sum er kr. 1,0 mió verri enn ætlanin. Í ætlanini fyri 2008 varð roknað við einum halli á kr. 1,1 mió. Umsetningurin var í 2008 kr. 26,4 mió.

Fyri Vágatunnilin varð ársúrslitið kr. 0,5 mió, ið er betur enn ætlanin, har roknað var við, at inntøkur og útreiðslur skuldu javnviga. Umsetningurin var í 2008 kr. 21,6 mió.

Í 2007 varð á Løgtingsins fíggjarlóg játtaður peningur at nýta sum ískoyti til tekniskan rakstur av tunlunum. Hesar upphæddir vóru kr. 3,1 mió til Norðoyatunnilin og kr. 2,6 mió til Vágatunnilin. Játtanin varð ikki endurnýggjað í 2008.

Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar.

Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita Bergur í Garði, Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer, Bjarni A. Bjarnason og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við Bergi í Garði sum formanni og Jens Kára Vilhelm sum næstformanni.

Í nevndini fyri Vágatunnilinum sita Bjarni A. Bjarnason, Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Bjarna A. Bjarnason sum formanni og Jens Kára Vilhelm sum næstformanni.

Í Vágatunlinum hevur ferðslan verið í miðal 1.575 bilar/samdøgur í mun til 1.541 bilar/samdøgur í 2007.

Í Norðoyatunlinum vóru tølini 1.897 bilar/samdøgur í 2008 í mun til 1.814 bilar/samdøgur árið fyri.

Samlaða ferðslan í 2008 var 694.398 akfør í Norðoyatunlinum, ein vøkstur á 4,6% í mun til 2007 og 576.956 í Vágatunlinum, sum svarar til ein vøkstur á 2,2% í mun til árið fyri.