Mánadagin komu seks umsóknir, og týsdagin tvær umsóknir aftrat um at fáa grundøki í Klaksvík. Hetta skuldi verið besta prógvið um, at nógv vilja búseta seg her. - Alt bendir á at tørvurin á grundøkjum bara fer at vaksa, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri við Sosialin.
Í dag er júst eitt ár liðið, síðani fasta sambandið um Leirvíksfjørð gjørdist veruleiki. Tíð er at gera støðuna upp:
- Tað hava neyvan nakrantíð verið so nógv vitjandi her sum hetta seinasta árið, sigur borgarstjórin.
Umframt stóra hátíðarhaldið, tá tunnilin lat upp, hevur býurin verið vertur fyri fleiri stór og væleydnað tiltøk, m.a. Summarfestivalinum, Sjómannadegnum, Torradøgunum og ikki at gloyma Norðoyastevnuna.
Eingin veit við vissu, hvussu nógv vitjandi hava verið í Klaksvík síðani 29. apríl í fjør. Klaksvíkingar kunnu bert staðfesta, at tað eru munandi fleiri fremmandafólk at síggja í gøtunum gjøgnum árið.
- Alt bendir á, at talið av vitjandi bara fer at økjast enn meiri í framtíðini, sigur Steinbjørn.
Samstundis sum hann kann fegnast um hesa positivu gongdina, er neyðugt hjá kommununi at tryggja býarfólkinum ein framhaldandi vøkstur og trivna.
Í dag búgva beint undir 4700 fólk í Klaksvík. Hetta er ein evarska lítil afturgongd í mun til fólkatalið fyri einum ári síðani.