Norðoya Vanlukku Grunnur

Hósdagin verður skipað fyri bingo til frama fyri Norðoya Vanlukku Grunn í Skálanum kl. 19.30.

Eins og seinast er møguleiki at lata vinningar til tiltakið.

Tikið verður ímóti vinningum mikudagin 31. mai frá kl. 17-22. Eisini ber til at ringja á tlf. 456868 og vit kunnu heinta lutin. Tað ber eisini til at lata eina peningagávu til grunnin á konto í Norðoya Sparikassa (9865) 10.20.95.6 og í Føroya Banka (6464) 161.342.3.

Endamálið hjá Norðoya Vanlukku Grunni er at stuðla eftirsitandi/avvarðandi, sum sita eftir, tá ein av teimum nærmastu doyr av vanlukku, í Norðoyggjum.

Bingo verður í Skálanum hóskvøldið 1. juni kl. 19.30.

Grunnurin takkar fyri allan stuðul og ynskir øllum alt tað besta við Guds signing.


Norðoya Vanlukku

Grunnur