Roknskapurin fyri fyrra hálvár í ár vísir, at Norðoya Sparikassi hevði knapt fýra milliónir í avlopi áðrenn skatt.
Hetta er 1,5 millión meira enn sama tíðarskeið í fjør, men seinna halvár í fjør royndist so væl, at sparikassin í norðoyggjum hevði eitt trivaligt yvirskot upp á 18 milliónir krónur.
Norðoya Sparikassi hevði inntøkur fyri 21,9 milliónir fyrra hálvár í ár, og hetta kemst serliga av, at netto rentuinntøkan vaks við 3,2 milliónum. Vøksturin stavar frá einum vøkstri í útlánum seinastu 12 mánaðirnar upp á 70 milliónir krónur. Sparikassin fekk minni í rentum frá lánsbrøvum, men hetta er grundað á eina minking í lánsbærvagoymsluni við 30 milliónum krónum.
Útreiðslurnar til starvsfólk og umsting hækkaði við eini góðari millión upp í 12,5 milliónir, og hetta komst serliga av øktum lønarútreiðslum.
Gott gjaldføri
Norðoya Sparikassi er sera væl fyri, tá umræður gjaldføri.
Kassapeningur, innistandandi hjá øðrum peningastovnum og lánsbrøv vóru 30. juni í ár samanlagt 215 milliónir krónur. Samlaðu skyldurnar hjá sparikassanum eru 727 milliónir krónur, og er gjaldføri tí næstan ein triðing av hesum. Eftir lógini krevst 73 milliónir krónur, men Norðoya Sparikassa hevur trífalt so gott gjaldføri.
Stuttfreistaðu skyldurnar vóru 241 milliónir krónur, og er gjaldføri 89% av hesum. Í fjør var gjaldføri enn betri, tí tá var tað 115% av stuttfreistaðu skyldunum, men framvegis er tað seks ferðir so nógv sum kravt verður.
Norðoya Sparikassi væntar, at virksemi hjá stovninum verður ein stórt í seinna hálvári í ár, og tí verður eisini roknað við einum avlopi, sum er enn betri enn tað fyri fyrra hálvár í ár.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.
- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið
Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?
- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.
Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.
- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.
Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.
Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?
- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.
Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?
- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.
Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.
Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....