- Yvirgangsmenn eru sera upptiknir av symbolismu. Nógv symbolisma liggur í tjóðardøgunum og øðrum tiltøkum, sum savna stórar mannamúgvur, sigur Cato Hemmingby, granskari á Politiháskúlanum í Oslo við NRK.
Tí eru norðmenn so spakuliga farnir at óttast, hvat kann henda á tjóðardegnum í Noregi, sum er 17. mai. Børn og vaksin í tjóðarbúnum, veittrandi við norskum fløggum, og hátíðarhalda alt, sum er norskt. Hetta kann vera júst tað slagið av symbolismu, sum yvirgangsmenninir vilja raka. Í øllum býunum í Noregi savnast fólk til hátíðarhaldið, og granskarin vísir á, at mannamúgvurnar eru sera sárbærar í slíkum førum.
Sunnudagin hækkaði trygdartænastan í Noregi hóttanarstigið, og Benedicte Bjørnland, stjóri í norsku trygdartænastuni metir tað vera sannlíkt, at onkur fer at royna at fremja eitt yvirgangsálop í Noregi. Hon sigur, at páskini og nógvu halgudagarnir í mai kunnu vera lokkandi hjá felagsskapin hjá IS.
- Í skrivinum hjá IS eggja teir til álop móti festivalum og samkomum í samband við høgtíðir, minnisdagar og halgidagar, sigur hon við NRK.
IS hevur átikið sær ábyrdgina fyri tvær bumbuspreingingar í kirkjum í Egyptalandi pálmasunnudag. Leygardagin varð ein russari handtikin í Oslo. Á sær hevði hann eina heimagjørda bumbu.
Benedicte Bjørnland vísir tó á, at tá hóttanarstigið verður hækkað, er tað sjálvandi tí at tey vænta, at hóttanin gerst størri. Samstundis verður trygdin eisini uppstigað, so at tað verður verri at fremja eitt yvirgangsálop.









