Hóast fleiri halda, at norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, eigur at taka avleiðingarnar av teimum lemjandi atfinningunum frá 22. juli-kanningarnevndini og at fara frá, so vilja flestu norðmenn hava hann at halda fram sum stjórnarleiðari.
Ein meiningakanning, sum norska kringvarpið hevur gjørt, vísir, at 72 prosent av teimum spurdu eru ímóti, at Stoltenberg skal leggja fcrá sær orsakað av atfinningunum frá 22. juli-nevndini. 21 prosent halda, at hann eigur at fara frá, og seks prosent vita ikki.
Kanningin hjá NRK vísir, at tað eru serliga tey, sum eru yvgri enn 50 ár, sum styðja Jens Stoltenberg. Heili 81 prosent av teimum siga, at hann eigur ikki at fara frá orsakað av atfinningunum frá kanningarnevndini.