Norðmenn stúra fyri yvirgangi

Fyri einum ári síðani vísti ein kanning, at sjey prosent av norska fólkinum stúrdu fyri, at yvirgangsmenn fóru at søkja at málum í Noregi. Nú vísir ein nýggj kanning, at í dag eru tað 17 prosent, sum ganga við tí óttanum. Tað vil siga, at umleið ein hálv millión norðmenn ganga og stúra fyri yvirgangi, skrivar Aftenposten.

Karl Ove Aarbu, sum hevur verið við til at gera kanningina, sigur við blaðið, at nógvir norðmenn lótu seg ávirka av tilburðunum, tá illir muslimar settu eld á norskar sendistovur og norska flaggið undir rokinum um Muhammeds-tekningarnar.

Eitt annað, sum eisini hevur ávirkað mong, er, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda fyri stuttum hótti við atsóknum at Noregi.

Tann nýggja kanningin vísir, at tað eru serliga tær norsku kvinnurnar, sum stúra fyri yvirgangi, og at tað eru tey 18 til 24 ára gomlu, sum hugsa mest um tað.