Norðmenn álopnir í Murmansk

Tríggir ungir norðmenn, sum ganga á politiskúla, vilja vera við, at teir vóru fyri harðskapi og avpressing á eini lestrarferð í Murmansk í Russlandi. Ein fjórði lesandi bleiv eisini settur í brummuna.

Teir fýra komu saman við 12 øðrum politinæmingum úr skúlum í Bodø, Oslo og Stavern til norðurrussiska býin týsdagin, upplýsir norski politiháskúlin.

Tríggir av teimum lesandi blivu álopnir, tá teir vóru á veg út frá einum skonkistaði, umframt at teir blivu noyddir at fylgja við álopsmonnunum og máttu lata hesar fáa pengarnar, norðmenninir høvdu uppi á sær.

Tann fjórði, sum endaði í brummuni, skal vera blivin ákærdur fyri herverk.