Norðmenn keypa seg inn í tvær føroyskar alifyritøkur aftrat

Norska felagið Norway Seafarms hevur keypt seg inn í smoltfyritøkuna Hovsá og alifyritøkuna Norðaling. Talan er um ein nýggjan risa innan føroyska alivinnu, sum fyrst og fremst er fíggjaður við norskum pengum

Ein nýggjur avgjørdur tungvektari innan føroyska aling hevur sæð dagsins ljós. Stjórin verður føroyskur. Íløgukapitalurin fyrst og fremst norskur. Pluss føroyskur.

Norway Seafarms, ið longu nú eigur 100% í Laksaaling, sum norska felagið keypti frá Kristian á Neystabø fyri tveimum árum síðani, hevur nú keypt 33 prosent í smoltfyritøkuni Hovsá og 33 prosent í alifyritøkuni Norðaling. Nú virka allar hesar fyritøkurnar undir einum hatti. Leiðarin fyri alt samtakið er Rógvi Nielsen, sum frammanundan átti Norðaling í Oyndarfirði saman við familjuni.

? Nú hevur familjan selt sín part ? hetta er jú ein turbulent vinna ? meðan eg framvegis eigi meginpartin í Norðaling, sigur Rógvi Nielsen við Sosialin. Samstundis hevur Rógvi Nielsen eisini sett pening í felagið Hovsá. Saman við Norway Seafarms eigur hann sostatt helvtina í áður so umstrídda felagnum hjá Hera Hjelm, ið loksins ? sambært Rógva Nielsen ? hevur fingið endaliga umhvørvisgóðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Rok var annars fyrr í ár um hetta málið, sum endaði í landsstýrinum, og sum síðan var sent aftur til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, har nýggj meting skuldi gerast. Nú er málið so avgreitt, og Hovsá hevur fingið umhvørvisgóðkenning, sambært Rógva Nielsen.


100 milliónir

Rógvi Nielsen sigur, at málið er at fírfaldað framleiðsluna longu komandi ár. Í ár vera umleið 1800 tons av laksi slaktað. Komandi ár er ætlanin at slakta 10.000 tons. Umsetningurin fer at liggja um eina 100 milliónir krónur. Í fjør var samlaði umsetningurin í føroyskari alivinnu okkurt um eina hálva milliard krónur.

Tað var undanfarna landsstýrið við Ivan Johannesen, sum vinnumálaráðharra, ið avgjørdi, at útlendskar fyritøkur ella einstaklingar hava ikki loyvi at eiga meira enn 33 prosent í føroyskum alifyritøkum.

Avgerðin kom í kjalarvørrinum á miklum orðaskifti um, at næststørsta inntøkukeldan hjá føroyingum var um at verða keypt av útlendskum kapitali. Áðrenn protektionistiska loysnin var sett í gildið, hevði eitt nú áðurnevnda Norway Seafarms keypt 100 prosent í alifyritøkuni Laksaaling.

Ein av heitu forsprákarunum fyri at verja føroysk áhugamál var Bergur Poulsen, stjóri í Havsbrún, ið eitt nú framleiðir fóður til alivinnuna.

Rógvi Nielsen sigur, at higartil hevur Norðaling keypt alt fóður frá Havsbrún, meðan Laksaaling hevur keypt fóður frá norsku fóðurfyritøkuni Skretting. Nú samanleggingin er ein sannroynd, skal Havsbrún tó ikki rokna við at missa nakað av fóðursøluni. Tvørturímóti kann roknast við, at nýggja stórfyritøkan fer at keypa heldur meira fóður frá Havsbrún enn undanfarin ár.

? Vit fara at keypa frá bæði Havsbrún og Skretting, sigur Rógvi Nielsen.

Tilsamans 40.000 tons av alifóðuri var i fjør selt í Føroyum. størsti parturin ? upp móti 150 milliónir krónur ? vóru sendar av landinum til tess at keypa útlendskt fóður.

Tilsamans 45 fólk arbeiða í nýggju fyritøkuni. 32 teirra hava fast starv, restin er til arbeiðis, tá slaktið er fyri.