Tveir ungir norðmenn vórðu í gjár funnir deyðir í fjallalendinum har eysturi í Spania Tað vóru sponsk bjargingarlið, sum funnu líkini av teimum báðum norðmonnunum í Bernia-fjøllunum nærhendis býnum Alicante.
Sponsku myndugleikarnir siga, at teir báðir menninir vóru omandotnir, og at fallið var um 200 metrar. Hildið verður, at vanlukkan hendi fríggjadagin.
Teir báðir norðmenninir, sum vóru 24 og 28 ára gamlir, vóru sambært norskum fjølmiðlum vanir við at ganga í fjøllunum.