Norðmenn byggja fiskifør í Danmark

Skipasmiðjan "Vestværftet" í Hvide Sande í Jútlandi kennir ágóðan av, at norska krónan er sterk, og danska krónan er samsvarandi viknað ímóti tí norsku krónuni.

Ordrabókin hjá "Vestværftet" er vorðin rættiliga full av bíleggingum úr Noregi. Hetta skrivar norska blaðið "Kystmagasinet"

Skipasmiðjan hevur seinastu árini bygt fleiri skip til tann norska fiskiflotan, og í ordrabókini hjá "Vestværftet" eru heilar fimm bíleggingar úr Noregi.

Nú er "Vestværftet" eisini byrja at byggja fiskifør, sum eru yvir 30 metrar lang, og er tí veruliga blivin ein kappingarneyti hjá teimum norsku skipasmiðjunum.

Í 2015 fer skipasmiðjan at lata ein nóta og snurrivodsbát, sum er 34 metrar langur til eitt norskt reiðarí.