Norðmenn ala gull-laks

Norska alivinnan hevur eins og tann føroyska notið gott av kreppuni í kilsku alivinnuni, sum hevur verið illa plágað av sjúku tey seinastu árini. Dagens Næringsliv skrivar, at fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár útfluttu norðmenn aldan laks fyri 10,5 milliardir krónur, og at av hesum fór ein góður triðingur ella 3,7 milliardir krónur í lumman hjá alarunum, sum sagt verður. So laksurin er gull-laksur.

Dagens Næringsliv skrivar, at vinningurin hjá alarunum er tvær ferðir so stórur sum í sama tíðarskeiði í fjør, og at norska alivinnan væntandi fer at ala eina millión tons av laksi í ár.

Sum kunnugt er einki varandi, men teir norsku alararnir vænta kortini, at tær góðu tíðirnar fara í hvussu er at vara hetta árið út. Alararnir í Kili hava so smátt fingið tamarhald á støðuni, og tá alivinnan har kemur fyri seg aftur, fer tað at ávirka marknaðin.