Norðmaður skal skjóta mál fyri KÍ

Umframt Patrik Johannesen er ein norðmaður ætlaður at manna KÍ álopið

Besti málskjútti í Klaksvík nógvu tey seinastu árini, Páll A. Klettskarð, roynir seg nú í Italia.

Tí hevur tað verið mett neyðugt at fáa styrk í álopið hjá KÍ.

Nú er nakað síðani, at Patrik Johannesen og KÍ skrivaðu undir avtalu. Patrik spældi í fjør við B36, har tað gekk væl. Hann skoraði sekstan mál og var saman við Klæminti A. Olsen næstbesti málskjútti. Bara Adeshina Lawal, sum skoraði seytjan mál, skoraði fleiri mál.

Hetta kappingarárið hevur Patrik Johannesen verið í Norra, men nú hava klaksvíkingar vón um, at hann í 2019 fer at skjóta mál fyri KÍ.

 

Í kvøld veit nordlysid.fo at siga, at KÍ hevur skrivað sáttmála við norskan álopsspælara, sum í 2019 er ætlaður at vera undir liðini á Patrik Johannesen í KÍ álopinum.

 

Sambært nordlysid.fo er talan um 23 ára gamla Torbjørn Grytten, sum hevur verið í Klaksvík og hugt at umstøðunum og nú hevur skrivað undir avtalu við KÍ.

 

Nordlysid.fo veit at siga, at hann hevur síðstu árini spælt og skorað nógv mál í 3. og 4. bestu norsku deildini fyri felagið Brattvåg.Í 79 dystum hevur hann skorað 47 mál.

Frá 2012 og til 2015 spældi hann 29 dystir við Aalesund og skoraði tvey mál í bestu deildini.