Nýbygningar
Nýggju trolbátarnir hjá Kjartani Joensen og Osmundi Justinussen, Norðleivur og Fríðborg, sum eru bygdir í Íslandi, koma til Føroya hesa vikuna.
Tá ið vit frættu úr Íslandi mánadagin, visti Kjartan ikki, um teir loystu næstu náttina ella dagin eftir.
- Manningarnar, sum skulu føra bátarnar heim, eru her yviri, og vit koma í hvussu er heim hesa vikuna, segði Kjartan.
Norðleivur og Fríðborg fara báðir úr Íslandi í senn og koma til Leirvíkar í senn.
Spurdur, um nakað verður fyriskipað í Leirvík í samband við komuna, sigur Kjartan, at ætlanin er ikki at gera nakað serligt burtur úr.
- Hetta eru ikki so stórir pakkar, sum hann tekur til.
Norðleivur og Fríðborg eru bygdir á Ósey á Havnafjørðinum. Skrokkarnir eru bygdir í Póllandi.
Skipini eru 19,40 metrar long og 5 metrar breið. Maskinurnar eru 425 hk.
Nýbyningarnir koma í fiskiflotan fyri Norðleiv hjá Kjartani Joensen og Raðhamar hjá Osmundi Justinussen. Báðir hava loyvi at fiska á landleiðini um sumrarnar og lúka tær treytir, sum her eru galdandi.
- Tíðin var komin at skifta trolbátarnar út, sigur Kjartan Joensen, sum eigur
Norðleiv.