Norðhavssild: Metstór gýting

Ongantíð áður hevur ein nýggjur árgangur av sild fingið eina so góða byrjan, og ongantíð áður hava havgranskarar mált so nógv sildayngul Nýggja metið er 108 billiónir sildayngul. Hetta ófatiliga tal er mált av granskarum og tøkningum við norska havrannsóknarskipinum, Håkon Mosby, sum júst er liðugt at kanna gýtingina av norðhavssild. Talan er um úrslitið av gýtingini fram norsku Møre-strondini.

- Talið av ynguli, sum liggur um 12 millimetrar til longdar, liggur uttanfyri fatanarevnini hjá vanligum fólki.

Tað sigur toktleiðarin, Erling Kåre Stenevik, við Fiskeribladet Fiskaren.

Norski Havgranskingarstovnurin hevur ongantíð áður mált so stórar nøgdir av yngli hjá norðhavssild. Gamla metið er frá 2006, og tá var talan um 99 billiónir yngul ? ella 15.000 ferðir fleiri enn allir heimsins íbúgvar tilsamans.

Til samanburðar kunnu vit nevna, at í 1972 funnu granskarar bert tvær sildalarvur fram við allar norsku strondini.

Øll hesi seinastu fimm árini hevur gýtingin verið stór.

- Á einari av mátistøðunum vórðu 48.843 yngul funnin í hvørjum rúmmetri av sjógvi, sum fór ígjøgnum trolið. Hetta svarar til eitt yngul fyri hvønn litur av sjógvi, sigur Erling Kåre Stenevik.