Norðhavið slapp ikki á royndarveiðu

Fiskimálaráðið hevur boðað Havstovuni frá, at hon ikki kann leiga Norðhavið til royndarfiskiskap

Havstovan fer nú at samráðast við eitt annað reiðarí um leigu av uppsjóvarskipi til royndarfiskiskap.

 

Herfyri søkti Havstovan eftir skipi til royndarveiðu og fleiri tilboð komu inn frá uppsjóvarskipum.

Besta tilboðið hevði Norðhavið (fyrrverandi Atlantsfarið) sum Northwest Pelagic í Kolalfirði nú eigur.

 

Havstovan boðaði reiðarínum frá, at hon vildi gera sátmála um leigu av skipinum og sendi samstundis sáttmálan til fiskimálaráðioð til góðkenningar.

 

Havstovan hevur nú fingið svar frá fiskimálaráðnum. Har verður sagt, at skipið ikki kann leigast til roydnarveiðu, tí tað hevur ikki veiðuloyvi. Gjaldið fyri leiguuna er, at skipið fær eina kvotu at fiska fyri leiguna.

 

Fiskimálaráðið sigur seg eisini kanna eigarviðurskiftini hjá Norðhavinum og fyrr enn tað er gjørt, ber ikki til at siga, um skipið fær veiðuloyvi.

 

Reiðarin á skipåinum sigur, at teirra viðurskifti eru eftir galdandi lógum. Ein útlendskur partnari eigur ein triðing av skipinum og nakað av útlendskari fígging er eisini í skipinum.