Trý av teimum fýra fólkunum, sum vórðu fyri kníválopi í Norðdepli sunnumorgunin í farnu viku, eru nú útskrivað av Klaksvíkar sjúkrahúsi, har tey lógu í tríggjar dagar. Tey eru somikið væl fyri nú, at politiið fer at byrja at avhoyra tey seinni í dag. Tann fjórði - tann tilkomni maðurin - liggur enn á sjúkrahúsi. Hann bleiv stungin somikið meint í búkin, at hann noyddist undir skurð, men støðan hjá honum er eftir umstøðunum góð, sigur politiið.
Politiið hevur í tveimum umførum verið norði í Sundum og leitað eftir knívinum, sum tann 18 ára gamli maðurin, ið stakk, skal hava brúkt. Men tað er ikki eydnast enn at finna knívin. Leitað hevur verið á landi við hundum og froskmenn hava leitað á sjónum.
Bergleif Brimvík, leiðari fyri kriminaldeildina hjá politinum, sigur við Portalin, at tað sjálvsagt er týdningarmikið at finna knívin fyri at finna útav júst hvat ið hendi, og knívurin verður eisini ein partur av próvtilfarinum, tá málið skal fyri aftur í rættinum tann 9.august, um hann verður funnin.
Tann 18 ára gamli maðurin sigur seg framvegis einki minnast til tað, sum hendi í Norðdepli sunnumorgunin.










