Fyrrapartin í gjár stevndi Norðborg inn á Vág.
Ørindini hjá uppsjóvarskipinum vóru at koma eftir nýggjum trollemmum frá Rock Trawldoors, ið er trollemmavirki í Vági.
Rock Trawldoors mennir og framleiðir trollemmar til bæði føroyskar og útlendskar trolarar. Ein partur av trollemmunum verða fluttir av landinum sum farmur, men tað er eisini vanligt, at skip eru á Vági eftir trollemmum, eins og Norðborg var í gjár.
Umframt at roynast væl, so hevur eisini víst seg, at skipini spara væl av olju við trollemmum frá Rock Trawldoors.
(Mynd: D. Olsen)











